|
Hósdagur, 08 Septembur 2011 23:30 |
|

Leikskráin
Leygardagin 10. sept.:
Heima:
Kl. 09.30 - Pinkulingar og Gentur 10-12 - Kapping
Kl. 12.00 - Dreingir - B71-AB
Úti:
Kl. 10.15 - Smápiltar spæla í Fuglafirði
Kl. 10.30 - Pinkur og piltar spæla á Skála
Kl. 16.00 - 3. deild - NSÍa-B71
Sunnudagin 11. sept.
Heima:
Kl. 15.00 - Vodafonedeildin - B71-Víkingur
Úti:
Kl. 13.30 - Smágentur 12-14 spæla inni í Runavík
Týsdagin 13. sept.
Úti:
Kl. 16.30 - Dreingirnir spæla á Skála |
|
Sunnudagur, 28 August 2011 19:24 |
|

Kiksaði fullkomiliga
Dystir hjá B71 ímóti HB, serliga í Gundadali, eru tiltiknir fyri at verða tættir, spennandi, og meir enn einaferð til fyrimuns fyri sandoyingar. Tískil vórðu vónirnar ikki ringar tá farið var á dyst í gjár. Øll vóru fullgreið um at tað fór neyvan at verða lætt, tí hóast HB er eitt botnlið í løtuni, eru teir trods alt HB.
Tó so, at um nakar pástóði áðrenn dystin, at vit fóru at verða avsmurdir, hevði eg ikki trúð teimum. Møguliga eitt sindur naivt, men vsmurningurin í gjár kom eitt sindur óvart á.
Tey flestu, um ikki øll, málini vóru kloddut frá okkara síðu. HB'arirnir vóru sera effektivir og vandamiklir, meðan vit vóru heldur tannleysir og alt ov bangnir í verjuni.
Eina málið kemur eftir at ein B71 forlongir eitt innkast inn í egnan sekstanmetur, meðan tað seinna kom uppá straffi og í tí triðja missir okkara verjuleikari sín mann, ið lobbar uppum Símun Rógva, ið eisini missir bóltin í málið.
Løtu seinni kemur eitt mál afturat og so er 4-0 og sigurin hjá HB meir ella minni staðfestir. Vit høvdu nakar royndir, serliga í øðrum hálvleiki, men tað var ongantíð sannlíkt at vit kundu venda dystinum. Ístaðin fær HB eitt mál afturat og vinnur sannførandi 5-0 í dagsins botnstríði.
Ómetaliga skuffandi var tað á degnum, og um uppgávan ikki var torfør nokk, hava vit gott nokk gjørt hana uppaftur strævnari. Enn er teoretiskur møguleiki fyri lívbjarging, men so skulu aðrir bollar í suppuna. Spælið í gjár var sum danskararnir siga "bedrøveligt". Verjan var fullkomiliga í upploysn og vit spældu meira til hinar enn til okkara egnu.
Ikki gott nokk. Næsti dystur ímóti Víkingi man sigast at fara verða avgerandi. Sjálvt um niðurflytingin ikki verður staðfest um vit tapa, so man lítið mót verða eftir at spæla, um vit líða enn eitt niðurlag, sum tað í gjár.
Her skulu mál og stig á kontoina og arbeiðshandskarnir skulu uppá.
Annars var hugaligt at síggja nýggja póllendingin á vøllinum í gjár. Tíverri livdi avrikið hjá honum í gjár ikki upp til vónirnar, men tað er so einans fyrsti dysturin hjá honum og helst verður tað betri.
Upp við høvdinum og til arbeiðis!
Drívið á B71!!! |
|
Sunnudagur, 21 August 2011 23:42 |
|

Mistu á stokkinum
Tað skuldi so øgiliga lítið til, áðrenn vit innkasseraðu í minsta lagið eitt stig, men tíðanverri megnaðu vit ikki at halda fast líka til endan.
Fyri tað mesta leikaði tað javnt á, men tað var EB/Streymur ið legði seg á odda í fyrra hálvleiki, tá teir skjóta eitt skot dygst niðast við við høgru málstong.
Vit kláraðu at javna í fyrra hálvleiki við einum heldur sjáldsomum frísparksmálið frá nýggja manninum á liðnum, Bakary Bojang. Eitt væl plasera skot dygst í vinstru síðu og so var málmaðurin settur av.
Í øðrum hálvleiki hava vit rættuliga fitt av spælið og fleiri møguleikar og einaferð sá tað út sum um bólturin sat í netinum og áskoðarafjøldin var á gosið. Tíverri mistóku vit okkum og bólturin var farin við síðunar av og afturum málið.
Avgerðandi løtan kom tíverri stutt fyri leiklok tá EB/Streymur fær eitt fríspark beint uttanfyri sekstanmeturin. Ein B71 leikari hugsar seg ikki nógv væl um og fellir mótstøðumannin í einari vandamiklari skot frástøðu.
Úrslitið er at Hans Pauli Samuelsen fær skotið bóltin beinleiðis í netið, uppá næstan presis sama máta sum Bakary í fyrra hálvleiki.
Ótrúliga skuffandi, tá man nú sat við stiginum í hondini. Men hinvegin kunnu vit gleðast um at vit spældu fult upp ímóti einum toppliði og dugdu sera væl at frustrerað teir uttan sjálvir at missa høvdið. Tað at vit mistu á stokkinum er ikki nakað óvanligt og serliga ikki tá man í forvegin er sperdur. Tá tað gongst tær ímóti, plagar tað at ganga tær hart ímóti.
Vit mugu bara taka okkum saman aftur til dystin leygardagin ímóti HB. Tann dysturin má næstan vinnast, annars er vónin meir ella minni farin.
Ongin ivi er um at hettar B71 liðið maktar uppgávuna, um teir spæla líka væl sum teir gjørdu í dag! Hóast skuffandi úrslitið, var spælið uppá ongan máta skuffandi.
Drívið á B71, kvinnur og menn! .. og børn! |
|
Týsdagur, 16 August 2011 18:22 |
|

Mikudagin 16/8:
á Toftum
Vodafonedeildin: B68-B71 kl. 18
Leygardagin 20/8:
Inni í Dal: Piltakapping: B71, Skála a, KÍ a og AB a.
Gentur 12-14 kapping: B71, SÍF, B36 b, AB, NSÍ og KÍ b
á Skála: Gentur 10-12 kapping.
á Toftum:
B71 3. deild: B68-B71
Sunnudagin 21/8:
á Streymnesi Vodafonedeildin: B71-EB/Streymur kl. 15 |
|
Mánadagur, 15 August 2011 17:14 |
|

Bóltarnir eru komnir
Tað tók eina løtu, men umsíðir eru bóltarnir á veg runt til øll liðini.
Tey, ið ikki hava goldið, skulu gjalda á konto í EIK 361.786.8 |
|
Mánadagur, 15 August 2011 06:12 |
|

So eru vit á veg!
Góða gongdin hjá B71 helt á fram í gjár. Eftir sigrin á KÍ á Summar Festivalinum, var kravið ein sigur ímóti 07 Vestur, dagin eftir Ovastevnu.
Fótbóltslíkindini vóru ring. Hóast tað ikki regnaði, var tað kalt og nógvur vindur. Hettar darvaði spælinum til tíðir nógv. Avleveringarnar blivu tíðum ov langar ella ov stuttar og av tí sama kom hvørgan av liðunum til teir stóru møguleikarnar í fyrra hálvleiki. Tó so, at tað sá út sum um tað var heimaliðið, ið myndaði dystin eitt vet meira, serliga móti endanum av hálvleikinum, tá vit fingu nakrar góðar møguleikar. Men mál komu ongi teir fyrstu 45 minuttirnar
Í øðrum hálvleiki heldur tað batnaði spælið á fram og vit halda somuleiðis á fram at skapa møguleikar. Ilt er at siga hvør hevði bóltin meira, men tað sást at meðan vit skaptu okkara møguleikar, var trupult hjá 07 Vestur at koma framat málinum. Verjan stóð eisini væl í ársins fyrsta "clean sheet".
Enn manglaðu vit at fáa nøkur skot á málið, men tað skuldi broytast tá Gudmund Nielsen kom fram til skotmøguleika og tekur av. Fyrsta skotið parerar málmaðurin, men Gudmund er skjótur á bóltinum aftur og so er 1-0!
Løtu seinni hava vit aftur ein møguleika, har málmaðurin parerar, hesuferð er tað so Mikkjal Hentze ið er skjótast og fær skotið bóltin í netið til 2-0!
Longu mikudagin aftur
Fult umfar er longu aftur um tveir dagar, tá B71 ferðast norð til Toftir at spæla ímóti B68 í 17. umfari.
Onki er at siga til at um vit vunnu aftur í ovurmorgin, so er ordiligur spenningur í og eitt greitt aftursvar til nei-sigararnar, ið høvdu avskrivað okkum fyri nøkrum mánaðum síðan. Men so skulu vit samstundis vara okkum ikki at taka munnin ov fullan! Um vit vinna, so er fínt, men sjálvt um vit skuldu tapt ella javna, so eru enn 30 stig eftir at spæla um. Tá tað so er sagt, so skulu vit annars hava øll tey stigini vit yvirhøvur kunnu fáa. Vit mugu verða super egoistar og leggja lítið í hvat mótparturin er førur fyri. Kravið er fyrst og fremst 100% ágrýtni og vilji og úrslitið má sp verða hareftir!
Drívið á B71! Nú gongur endiliga rætta vegin!
GAME ON! |
|
Fríggjadagur, 12 August 2011 11:24 |
|

3.deild
Dysturin hjá 3. deild, Giza - B71, verður leiktur á Argjum, leygardagin 13. august kl. 10.30.
Tað hevur gingið hampuliga væl hjá 3. deild at fáa úrslit. Somikið væl at teir spældu seg víðari úr sínum bólki í ein betri bólk áðrenn steðgin.
|
|
Hósdagur, 11 August 2011 20:44 |
|

Sterkur póllendingur til B71!
Leingi hava tað verið leysasøgur um onkran póllending, ið hevur spælt við bestu pólsku deildini, og í kvøld kann B71 heimasíðan vátta at tíðindini eru sonn.
Andrzej Bednarz er 30 ára gamal, 1.90 m høgur, verju og miðvallaleikari, ið hevur spælt í bestu pólsku deildini, ið er kallað "Ekstraklasa". Her spældi hann í fjør við Gornik Zabrze.
Afturat sínum langa CV'ið hevur hann eisini tann forvitnisliga heiður av at verða fyrsti póllendingurin, ið nakrantíð hevur spælt í bestu iransku deildini. Har var hann harafturat við til at vinna silvur.
Sum skilst verður einans bíða eftir at maðurin fær arbeiðsloyvi og so kann hann spæla við restina av kappingini. Sera stuttligt hevði verið um hann var við ímóti 07 Vestur, men tað fer tíðin at vísa.
Verð hjartaliga vælkomin Andrzej!
|
|
Hósdagur, 11 August 2011 20:37 |
|

Ein dystur hetta vikuskifti hjá teimum yngru.
Leygardagin 13. august spæla Dreingirnir hjá B71 ímóti HBb í Gundadali. Dysturin verður leiktur kl. 13.30 á Ovara vølli,
Piltar spæla 20. august á Sandi, 3. sept. í Klaksvík, 10. sept á Skála og 24. sept á Argjum. Piltarnir hava heystkapping 1. oktober á Toftum/í Runavík ella í Havn/B36. Alt eftir styrkimeting.
Smágentur (12-14) ár spæla á Sandi 20. aug, í Sandavági 27. aug, í Runavík 10. sept og í Klaksvík 17. sept.
Smápiltar spæla í Tórshavn/HB 27. aug., í Fuglafirði 10. sept. og á Sandi 17. september. Teir hava heystkapping 24. september á Toftum/í Tórshavn/í Sandavági, alt eftir styrkimeting.
Gentur 10-12 ár spæla 20. aug á Skála, 3. sept. í Miðvági, 10. sept. á Sandi og 24. sept í Tórshavn/HB. Heystkapping verður 1. oktober á Sandi.
Pinkur spæla 27. aug á Toftum, 3. sept á Sandi, 10. sept á Skála. Tær hava heystkapping 24. sept hjá annahvørt Víkingi ella MB. |
|
Leygardagur, 06 August 2011 13:38 |
|
3 stig!
Allan skoraði fyrsta málið eftir horna, meðan Gudmund Nielsen økti tá eitt gott kvarter var eftir at spæla.
KÍ fekk minkað um leiðsluna stutt fyri leiklok, men vit kláraðu at halda tað heim til endaliga úrslitið 1-2 til B71. |
|
Fríggjadagur, 05 August 2011 15:55 |
|

B71 vitjar Summar Festivalin
KÍ hevur, eins og B71, skift vøll sín og hettar verður fyrsti heimadysturin hjá heimaliðnum, ið verður spældur í morgin kl. 13.
Týsdagin vitjaði B36 heima á Sandi og tann dystin taptu vit sum kunnugt 2-3. Í morgin gera vit enn eina roynd at heinta tey alneyðugu stigini.
Væntandi eru nógvir sandoyingar á Summar Festivali hesar dagarnar, ið óivað fara at møta upp og stuðla.
Drívið á B71! |
|
Mikudagur, 03 August 2011 10:02 |
|
Mistu á stokkinum
Torfør var uppgávan frammanundan tá B36 kom á vitjan. B36 liggur ovast á stigatalvuni, meðan vit liggja í hinum endanum og tískil var tað lítið sum talaði fyri at vit skuldu gera nakran serligan vørr.
Tað tyktist enn meira ómøguligt tá B36 koma bæði 1 og 2 mál framum í fyrra hálvleiki, men í øðrum hálvleiki skuldi tað koma vend í.
Tvey brotsspørk gera so at dysturin varð javnur. Fyrst Gudmund Nielsen og síðan Thomas Hans Rubeksen.
Leingi leikaði hart á og gjøgnum allan dystin fingu B36 fleiri 100% kjansir, ið Símun Rógvi í málinum meistarliga vardi fyri.
Tí var tað kanska eyka súrt tá Jákup á Borg sleppur ígjøgnum stutt fyri leiklok og setir bóltin í kassan, umvegis Símun Rógva.
Sjálvt um úrslitið ikki kann brúkast til nakað, so var tað merkisvert at vit megnaðu at koma aftur eftir at verða aftanfyri við tveimum málum. Vit skulu bara ikki lata mótstøðuliðið loypa avstað við øllum áðrenn fyrri hálvleikur er liðugur og so sær tað út til at vit kunnu spæla upp til øll liðini.
Næsti dystur verður ímóti KÍ á Summar Festivalinum!
Drívið á B71! |
|
|